Demich er nú væl umboða kring landi, vit bjóða viðskiftafólkum okkara vælkomin inn á deildir okkara, ið eru í Tórshavn, Saltangará, og í Vági
Vit hava sum einasta HVS-fyritøka í landinum 3 sølustøð til kundar okkara, hetta ger at vit so at siga eru landsdekkandi. Vit hava starvsfólk í handlum okkara ið eru tilreiðar at ráðgeva og hjálpa viðskiftafólkum okkara fram til tí røttu loysnirnar í hvørjum einstøkum førið. Eisini hava vit a øllum 3 deildum eitt verkstað ið kan átaka sær uppgávur av ymiskum slag. Handlar okkara hava eitt breitt úrvæl av vørum innan HVS, sosum: Gosbað, Baðirúmsmøblar, fittings, kloakrør, ketlar, ventilatión, hitapumpur, brúsuveggir, Hondvask o.s.fr.
Vit bjóða okkum fram á marknaðinum innan baðirúm við møblum, og annað í hartil hoyrur frá danska framleiðarinum Royal Scandinavian. Royal Scandinavian hevur í dag meira enn 20 ára royndir innan sniðgeving, og framleiðslu av baðirúmsinnbúgvi. Royal Scandinavian leggur stóran dent á vælveru í baðirúminum, teir gera serliga nógv við sniðgeving av møblum teirra soleiðis at man kan fáa tað besta burturúr, samtíðis við at tað er sonn frøði fyri eyga eisini. Vitja heimasíðu teirra her. Vit eru á øllum 3 deildum altíð tilreiðar at bjóða fólkið eitt gott tilboð, og góða ráðgeving innan HVS og tað ið hartil hoyrur. Vælkomin í Demich kring landi.
|